Skal B36 verða partur av FM-stríðnum í ár, so er dagsins dystur helst avgerandi.
Fram til dystin í Runavík seinast vóru Víkingur og B36 bestu liðini í landskappingini higartil. Men so tapti B36 í Runavík, og nú er trýst á teimum hvítu, sum hava greiðan málsetning um at spæla við um FM í ár. Og skulu teir spæla við um FM, so er dagsins dystur í Sarpugerði helst avgerandi.
Tí fimm stig skilja Víking og B36 undan dystinum. Tað ger, at ein sigur til B36 skapar ein mun á bara tvey stig, meðan ein sigur til Víking skapar ein mun á átta stig. Og átta stig er nakað, sum vit sjáldan síggja blíva innheintað, eisini um vit eru tíðliga í kappingini.
Seinast liðini spældu í Sarpugerði vann Víkingur 6-0 og heimaliðið er sambært veddingarfyritøkum og Sona-tipparum greiður favorittur í dag. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.